Nú birtast túsund jólaljós

1. Nú birtast túsund jólaljós
í hesi myrku stund,
og túsund onnur glógva nú
á himna bláu grund.

2. Og yvir bý og land í kvøld
fer jólaboð av stað,
at føddur Harrin Kristus er.
Tí eru vit so glað.

3. Tú stjørna yvir Betlehem,
á, lat títt milda ljús
nú lýsa inn við friði og vón
í vára heim og hús!

4. Í hvørt eitt hjárta, tungt og myrkt,
tín glæma lýsi blíð,
ein glæma av Guds kærleiks lind,
í hesi jólatíð!